Tey bæði altarini
Gustav Nielssen

Tey bæði altarini

Gustav Nielssen

Týðari: Árni E. Joensen
Útgávuár: 2005
Síður: 78
Bók: Heft
Vørubólkur: Lærubøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 99918-45-31-3
DKK 125,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Árni E. Joensen skrivar:

Hesa bókin: „Tey bæði altarini“ eftir Gustav Nielssen, ið tóktist mær forvitnislig og áhugaverd, fann eg á eini bókahill í einum handli og keypti hana – og tó – eftir at eg fór undir at lesa hana meiri enn tað einu ferðina, legði eg hana frá mær uttan at lesa hana lidna. 

Stutta tíð seinni tók eg hana kortini fram aftur og fór nú miðvíst undir at lesa hana og mátti tá ásanna tað ómetaliga virði í hesum sannleikum, bókin umrøður. Snøggliga kom mær tá til hugs, at eg átti kanska at roynt at týtt hana til føroyskt, so at onkur annar eisini kundi fingoð gleði og signing av henni.

Mangan mega vit ásanna, at vantandi kunnleiki okkara til Orð Guds ger, at vit ikki veruliga duga at virðismeta, hvussu neyv og beinrakin profetiini í Gamla Testamenti eru – eins og vøkru samanberingarnar við hendingar í Nýggja Testamenti, ið við størri kunnleika og ídnari og miðvísari granskan høvdu givið okkum eina enn breiðari og betri fatan av ætlan Guds við menniskjanum.

Aðrar bøkur Lærubøkur