Handilstreytir

Forlagið Leirkerið
Kráargøta 36
700 Klaksvík

Teldupostadressa:  [email protected] 

V-tal: 634077

Trygd

Leirkerið nýtir Quickpay til at handfara keyp á www.leirkerid.fo.

Quickpay veitir í samstarvi við Nets og Teller vissu fyri, at kortupplýsingar verða bronglaðar umvegis SSL.

Leirkerið hevur onga atgongd til upplýsingar á tínum gjaldskorti.

Rindan

Tú kanst rinda við Dankort/Visa-Dankort, Visa, Visa-Elektron, EuroCard/MasterCard, JCB og American Express.

Keypsupphæddin verður ikki drigin frá kontuni, fyrr enn vøran er send.

Avgreiðsla

Avgreiðslutíðin fyri bílagdar vørur er vanliga upp til 4 yrkadagar, um vøran er á goymslu.

Er vøran ikki á goymslu, verður avgreiðslutíðin sjálvsagt longri.

Frakt verður avgreidd sambært tí avgreiðslu- og postgjaldi, ið er í gildi. Hetta gjald verður lagt oman á vørukostnaðin.

Posta avgreiðir allan vøruflutning.

Persónsdáta og hagtøl

Neyðugt er at stovna kontu fyri at keypa á www.leirkerid.fo. Vit skráseta fornavn, eftirnavn, bústað og teldupost. Henda kunning verður brúkt til at avgreiða tína bílegging. Upplýsingarnar, ið eru skrásettar, verða ikki brúktar til annað endamál.

Leirkerið nýtir Google Analytics til at innsavna hagtøl og nýtslumynstur.

Iðranarrættur

Vilt tú gera brúk av iðranarrættinum,er hetta møguligt upp til 14 dagar eftir, at vøran er keypt. Frá fráboðan hevur tú 14 dagar, inntil vøran í seinasta lagi skal vera latin handlinum aftur. Verur vøran fraktað, mást tú sjálvur gjalda fyri fraktgjaldið.


Er vøran skadd ella hevur fingið okkurt lýti, hevur tú sambært lóg 2 ára endurgjaldssrætt. Í slíkum føri verður tú biðin um at seta teg í samband við [email protected].