Bókaforlagið Leirkerið
Leirkerið var heiti á bókaforlagi, sum Zacharias Zachariassen stovnaði og hevði saman við beiggja sínum Flóvini Tyril. Eftir at Zacharias andaðist í 2017, hildu sonur hansara Jógvan Zachariassen, Bogi Simonsen og Kristian Martin Rasmussen fram við bókaforlagnum. Hildið verður á við útgávum av andaligum lesnaði, sum røkkur bæði børnum, ungum og vaksnum.
Endamál forlagsins er at útgeva skrivaða og talaða Orð Guds á góðum føroyskum máli umframt annað virksemi í hesum sambandi.
Tíðindaritið Leirkerið kemur ikki út aftur á tann hátt, sum Zacharias og Flóvin greiddu tað úr hondum. Men arbeitt verður við at geva út eitt regluligt tíðindarit við greinum, samrøðum og tíðindum.