Privatlívspolitikkur hjá Forlagnum Leirkerinum (Dátuverndarkunning)
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá forlagnum Leirkerinum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara og hava tí samtykt hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.
1. Vit eru dátuábyrgdari
Leirkerið er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leirkerið.
Forlagið Leirkerið
Kráargøta 36
700 Klaksvík
Tel. +298 718191
[email protected]
2. Nær viðger Leirkerið persónupplýsingar um teg
Leirkerið viðger persónupplýsingar í sambandi við, at tú gerst limur í bókaringinum. Aftur at hesum ber til at hava eina kontu á heimasíðuni hjá okkum, so tú kanst keypa tær bøkur, tú vilt.
Leirkerið hevur bæði eina Facebook síðu og eina Instagram síðu. Her viðger Leirkerið persónupplýsingar um teg, um tú dámar, viðmerkir ella deilir eitt av uppsløgunum hjá Leirkerinum. Aftur at hesum viðgera vit eisini upplýsingar um teg, um tú sendir okkum beinleiðis boð ígjøgnum hesar miðlarnar.
Eisini kann tað vera, at tú hevur sent Leirkerinum fyrispurning, umsókn, klagu ella starvsumsókn o.s.fr., sum ger, at Leirkerið skal viðgera tað, tú sendir inn, og hetta ger, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum
Leirkerið skal veita kundanum góða tænastu, og tí er tað neyðugt hjá Leirkerinum at viðgera tínar persónupplýsingar.
Tað eru fleiri ymisk endamál við, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:
- Leirkerið sendir røttu bókina til røttu adressu í góðum standi.
- Leirkerið sendir rokningina til rætta móttakara.
Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð kann vera ein av niðanfyri nevndu heimildum.
- Við tað at tú stovnaði eina kontu, ella tú gjørdist limur í bókaringinum, varð ein avtala gjørd.
- Tá ið tú sendir fyrispurning, umsókn o.s.fr. til okkum, verða tínar persónupplýsingar viðgjørdar við tí heimilaða grundarlagi at veita tær góða tænastu.
3.1 Heimildargrundarlagið fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri vera ymsar persónupplýsingar, sum Leirkerið viðger, og heimildargrundarlagið er eisini ymist.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5, og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-3, og 5, umframt § 11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í samsvari við ásetingina í § 7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
4. Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:
Tá ið tú gerst limur í bókaringinum, biður Leirkerið um hesar upplýsingar:
- For- og eftirnavn
- Bústaður
- Postnummar
- Bygd/býur
- Land
- Teldupostadressa
Tá ið tú stovnar kontu, biður Leirkerið um hesar upplýsingar:
- Teldupost
- For- og eftirnavn
- Bústaður
- Postnummar
- Bygd/býur
- Land
- Loyniorð
Tá ið tú keypir eina bók, eru tað hesar upplýsingar:
- Bankaupplýsingar
Um tú ert virkin á Facebook/Instagram síðuni hjá Leirkerinum, verða hesar upplýsingar viðgjørdar:
- For- og eftirnavn
- Mynd
- Annað, sum tú sjálv/ur hevur lagt á tín vanga
5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Leirkerið gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt, millum annað um ávísar upplýsingar skulu prentast á eina bók hjá einum kunda. Hetta kann millum annað vera navn. Í hesum føri verða upplýsingarnar givnar víðari til veitaran hjá Leirkerinum.
Harumframt fáa tey, sum bera bøkurnar út, navn og bústað hjá móttakarunum.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Leirkerið nýtir ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond).
Tó kann tað koma fyri í einstøkum førum, so sum við sosialu miðlunum og Microsoft, har móttakarin er í USA.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – tað merkir, at vit tryggja okkum, attínar upplýsingar eru vardar á nóg høgum stigi.
6.1 Leirkerið brúkar Facebook og Instagram
Leirkerið hevur eina Facebook síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Facebook síðuna hjá Leirkerinum. Tað hevur við sær, at vit fáa hagtøl fyri vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skal síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um farsporapolitikk hjá Facebook.
Leirkerið hevur eina Instagram síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Instagram savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá ið tú brúkar Instagram síðuna hjá Leirkerinum. Tað hevur við sær, at vit fáa hagtøl fyri vitjandi á síðuni, og Instagram brúkar hesar upplýsingarnar at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Instagram, er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Instagram og hevur góðtikið politikkin hjá Instagram.
Her kanst tú lesa meira um farsporapolitikk hjá Instagram.
7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava
Sum áður nevnt savnar Leirkerið tínar persónupplýsingar beinleiðis frá tær. Tær upplýsingar, ið ikki eru beinleiðis frá tær, eru upplýsingar, ið tú hevur gjørt alment kendar á sosialu miðlunum.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit savna upplýsingar um teg.
8. Tíðarskeiðið, persónupplýsingarnar verða goymdar
Leirkerið hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja tann skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Hetta merkir, at viðgerðin er bert í gongd so leingi, tað er neyðugt.
9. Automatiskar avgerðir verða ikki tiknar, undir hesum profilering
Vit nýta ikki automatiskar avgerðir, og eingin háttur av profilering er gjørdur.
10. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Tey eru í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í broti 1).
10.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
10.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
10.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.
10.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu vera aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál, sum áseta, at Leirkerið framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.
10.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit hereftir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.
10.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
10.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
10.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Tann skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur tann skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga. Um tú tekur títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Leirkerið á [email protected]
ella á telefon +298 718191
11. Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Metir tú, at Leirkerið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á [email protected] ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------
Seinast dagført: 15. januar 2022