Orð úr Orðinum
Talur eftir Óla á Grømma

Orð úr Orðinum

Talur eftir Óla á Grømma

Ritstjórna: Jógvan Júst Rasmussen
Útgávuár: 2023
Síður: 388
Vørubólkur: Lærubøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-81-4
DKK 250,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Brot úr bókini, Jógvan Júst Rasmussen skrivar:

Vit eru í sjeytiárunum í Amerika á trúboðanarstevnu. Ragnar Niclasen og eg sita har afturi í salinum.

Stevnan hevur verið góð. Nógvar góðar talur. Og avbjóðingin – at lyfta upp eygu okkara og síggja markirnar – er komin greitt fram. Eg eri vaktur og spentur at vera við. 

...

Óli talar. Hann er øðrvísi enn hinir talararnir. Hann heldur seg til tekstin allan vegin ígjøgnum taluna. Jú, onkrar søgur eru, men tær eru stuttar og viðkomandi. Tú merkir, at hann brennur líka nógv fyri trúboðan sum hinir talararnir, men hann gevur okkum fasta føði, samstundis sum hann heldur okkum til. Ragnar og eg sita við kensluni av, at hetta er okkara maður, vit eiga hann. Vænti, at tit kenna kensluna.

Afturat arbeiði sínum sum leiðari í New Tribes Mission, hevur Óli kunngjørt orð Guds víða um úti í heimi. Persónliga havi eg notið gott av talum hansara, bæði heima í Føroyum, í USA og ikki minst á Filipsoyggjunum. Fyri nøkrum árum síðan fór eg at hugsa um, at tað hevði verið gott at kunna savna talur, sum Óli hevur talað, tá ið hann hevur verið heima, og givið tær út í bók. Eg nevndi tað við Óla. Hann var ikki so áhugaður í tí, helt, at tað fór at síggja løgið út, fór hann at geva bók út við talum hjá sær. 

Men eg fekk sannført hann og spurdi so Judy, konu hansara, um hon kundi ljóslesa mær uppritini til føroysku talurnar hjá Óla. Tey, sum kenna Judy, vita, at so skilagóð, sum hon er, so liggja allar talurnar væl goymdar í onkrum faldara á skriv­stov­uni, og hon veit júst, hvar tær eru. Tey elstu uppritini eru heilt frá sjeytiárunum. Har er týskt skil í. Ein stór tøkk til tykkum bæði fyri at gera bókina møguliga.

Ragnar Niclasen, Trúboðari á Filipsoyggjunum:

„Av Grønlands ísi gráum, úr stóra Afrika, ...“ Sangurin minnir meg á dreingin, sum sleit sínar barnaskógvar á Ziskatrøð í Klaksvík, men sum síðan hevur búð víða um, ferðast nógv og ger tað enn.

Mong kring knøttin hava notið gott av talunum hjá Óla, veri tað seg á føroyskum ella enskum, í stórari samkomu ella í eini smáttu í frumskóginum. Boðskapurin er altíð greiður, einfaldur og lættur at minnast.

Vón mín er, at tú, sum lesur bókina, fært at kenna hjartað brenna í tær, sum Skriftin verður latin upp gjøgnum talurnar hjá Óla á Grømma.

Aðrar bøkur Lærubøkur