Einaferð frelstur – altíð frelstur?
Jákup Olsen
DKK 120,00
Í innganginum sigur Olaf, sonur høvundin, Jákup Olsen:
„Henda lítla bók kom út í 1978. Í bókini er gjørt vart við, at frelsan frá synd og fortaping er bert við trúgv á, at Gud elskaði hvørt mansbarn so høgt, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á Hann, ikki skal fortapast, men hava ævigt lív. Tað merkir, av fullkomiligari náði. Og heilt ofta stendur í Guds Orði, at eingin kann ríva nakran úr hond Hansara. Tað stendur eisini, at ein verður føddur av nýggjum, og tann føðingin verður ikki endurtikin fleiri ferðir. Bókin er skrivað sum svar upp á útsagnir av presti innan Fólkakirkjuna, har Jákup vísir á, at nógv ikki samsvarar við tað, sum Bíblian sigur, og at sumt av tí er skeivt útlagt. Nú er uppsetingin broytt soleiðis, at hon er svar upp á nakrar spurningar, sum settir eru um ymisk evni.“
Í fororðunum sigur Z. Zachariassen:
„Jakku í Søldarfirði (1900-1977) var bæði talandi og skrivandi maður. Hann hevði skaldagávur sum fáur og hevur yrkt og týtt yvir hundrað sálmar og sangir. Henda bók, ið ber… eyðkenni um álit hansara á ævigu lyftum Guds, var tað seinasta, hann skrivaði, áðrenn hann í fjør (1977) legði frá sær. Jakku kendi – sum ein av teimum gomlu í gøtuni – gongdina í samkomusøgu okkara her á landi. Harvið bindur hann saman hitt eldra og hitt verandi ættarliðið, og gevur hetta bókini serstakan áhuga og myndugleika.“
Eftir hesi úti við 40 árini er bókin framvegis og verður altíð viðkomandi!