Hugleiðingar og staðfestingar
Um fólk og tilburðir í Nýggja Testamenti
DKK 350,00
Í fororðunum skrivar høvundurin millum annað:
„At granska lívssøgur hjá ymsum persónum, sum eru umrøddir í Nýggja Testamenti, og at samanbera ymisk skriftstøð og ymsar hendingar, sum hava samband við hesar persónar, hevur hugtikið meg líka frá barnaárunum.
Í summum førum verður tað til hugleiðing, ið líkist skaldsøgu, men sum tó byggir á tað ítøkiliga, sum kann staðfestast við Skriftunum. Mangt av tí, sum søgugranskarar eru komnir fram til, er sera áhugavert og stuðlar mangan upp undir tað, sum Skriftin sigur. Men í tí, sum her er skrivað, verður høvuðsdentur lagdur á tað, sum vit lesa í Nýggja Testamenti. Við ymsum prógvum og ábendingum kunnu vit í fleiri førum gera okkum eina niðurstøðu, sum tykist rættiliga sannlík, og vit kunnu tá staðfesta, at soleiðis kann tað hava verið. Í mongum førum finna vit fullgóð prógv og í øðrum førum væl grundaðar ábendingar. Hetta er hugvekjandi og gevur eina livandi og viðkomandi uppfatan av tí, sum vit lesa…
Eg krevji ikki, at lesarin skal vera samdur við mær í mínum hugleiðingum. Tað stendur sjálvandi einum og hvørjum frítt at gera sínar egnu hugleiðingar og niðurstøður.“