NÝGGJA SANGBÓK GUDS FÓLKS

NÝGGJA SANGBÓK GUDS FÓLKS

Útgávuár: 2015
Forlag: Sálmabókagrunnurin
Síður: 674
Bók: Innbundin
Vørubólkur: Sangbøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-3-436-8
DKK 300,00
Nøgd:

Í Nýggju Sangbók eru 1504 sálmar, sangir og kór. Ikki færri enn 700 av teimum hevur Victor Danielsen týtt ella yrkt sjálvur. Hetta er avloysarin fyri Songbók Guds Fólks, sum varð givin út í 1976. 

Fyrsta føroyska sangbókin hjá brøðrunum Sálmar kom í 1920 og taldi 85 andligar sangir. Í 1928 gav samkoman Betesda út eina Evangeliska songbók við 355 sangum, eisini donskum og í 1932 kom Guds Fólks Songbók við 428 sangum. Fyrsta stóra savnið undir heitinum Sangbók Guds Fólks kom í 1952, og í 1976 kom onnur útgávan við 1192 sangum, har teir flestu, 870, vóru týddir av Victori Danielsen. Nú eitur bókin Nýggja Sangbók, við undirheitinum Guds Fólks.

Í meiri enn tíggju ár hevur verið arbeitt miðvíst við Nýggju Sangbók og tað er Sálmabókagrunnurin, ið legði arbeiðið til rættis. Tey í mannaðu Sálmabókagrunnin meðan arbeiði stóð í gerð vóru: Jógvan á Lakjuni, Árni Jacobsen, Jóannes Hansen, Meta av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni.

Effzett við Flóvini Tyril og Zachariasi Zachariassen gjørdu forarbeiði, Øssur Berghamar ráðgav og Anna Simonsen tók sær av grafiska arbeiðinum.

Aðrar bøkur Sangbøkur