Ólíkar
Luis Palau
DKK 75,00
Poul Færo skrivar:
Upprunaheitið á hesi bók er „The Schemer and the dreamer“, ið hevur fingið heitið „Ólíkar“ á føroyskum. Hon er ein nútíðar útlegging av gomlu søguni um Jákup og Jósef, sum báðir leita eftir eydnuni í lívinum. Annar gjørdi tað, stýrdur av Gudi, meðan hin valdi at halda í teymarnar sjálvur – úrslitið varð hareftir.
Tískil er Jákup myndin av einumtrúgvandi, ið sjálvur velur lívsmynstur sítt eftir tí hóming, hann sjálvur hevur av vilja Guds. Jósef er myndin av einum trúgvandi, sum letur Gud velja fyri seg og ráða í lívinum.
Hesar útleggingar hava kastað nýtt ljós yvir mangar hentar sannleikar, eg lærdi sum barn og unglingi av til dømis A. W. Sloan sála og øðrum monnum, sum løgdu alla orku í at gerðast til samkomur av børnum Guds her á landi í farnu tíð og lærdu okkum sannleikar úr orði Guds. Við bøn til Gud um, at komandi ættarlið eisini skal ognast ljós yvir hesar sannleikar, verður bókin givin út.