Talur eftir D. L. Moody
og tveir fyrilestrar
DKK 160,00
Dwight L. Moody varð borin í heim 5. februar 1837 í Northfield í Massachusetts í Sambandsstatinum. Hann var hitt fimta av nýggju systkjum og vaks upp í trongum korum.
Seytjan ára gamal fór hann til Boston. Har fór hann at ganga í bíbliuflokki hjá einum harra Kimball. Tann ungi Moody lá lærara hansara so tungt á hjarta, at ein dag leitaði hann nann upp á skósøluni, har hann arbeiddi, og fann hann aftanfyri á vørugoymsluni. „Eg fór yvir til hansara,“ segði KImball seinni, „legði hondina á økslina og bar fram, hvat eg sjálvur helt vera ein ógvuliga veikan vitnisburð um Kristus og kærleika hansara til Moody.“
Men hetta var hon rætta stundin. Hann var opin fyri ljósinum, sum ljómandi skein inn í sál hansara, og har aftan fyri allar skóeskjurnar tók Moody móti Kristusi og gav seg heilt yvir til hansara.
Í úti við hálva øld virkaði Moody í tænastu evangeliums. Hann doyði 22. desember 1899. Tá hevði hann saman við vini og samverkamanni sínum, sangaranum og tónlistamanninum Ira D. Sankey, boða evangeliið fyri veldigum mannfjøldum báðumegin Atlantshavið, og skarar av menniskjum høvdu tikið ímóti tí Harra, teir kunngjørdu.