Ikki eg – men Kristus
Osvald Kjærbo
DKK 195,00
Heitið á bókini, „Ikki eg – men Kristus“, tekur saman um ein greiðan og hugtakandi boðskap, sum leggur sent á at hava eyguni vend á Jesus Kristus áhaldandi; tí tað er so nógv, sum royndir at lokka og dára hugaheim okkara.
Tú finnur Kristus á hvørju blaðsíðu í Bíbliuni. Í Gamla Testamenti er Hann sjónligur í rámandi myndum, og í nýggja Testamenti er Hann likamliga sjónligur.
Hann vitjar okkum likamliga í teim fýra evangeliunum. Men í Ápostlasøguni og í brøvunum er Hann sjónligur í tí „kristnu samkomuni“, sum er andaliga likam Hansara her á jørð. Í Opinberingsbókini verður hann opinberaður við profetaorðum Jóhannesar fyri øllum teimum heilagu, ið elska samfelag Hansara.
Jú, tær heilagu skriftir, siga okkum alt, sum Gud ynskir at opinbera, um tað sum var, tað sum er, og tað sum koma skal.
Tað er neyðugt fyri gudsbarnið at granska og rannsaka allar skriftirnar, fyri at kenna frelsuætlan Guds við allari mannaættini.
Tað verður av røttum sagt. Nýggja Testamentið er goymt í tí Gamla, og Gamla Testamentið er opinberað í tí Nýggja.
Hesar heilagu skriftir leiða okkum til námið, har allir skattir vísdómsins eru goymdir. Men hesir dýrgripir verða eisini opinberaðir teimum, ið leira dúgliga og av heilum huga.
Samanumtikið koma vit til hesa niðurstøðu í Kolossebrævinum kap. 2. 3. & 9: „Kristus er alt í øllum!“ Tí er umrándi ikki at missa Hann úr eygsjón á ferðini heim í dýrdarstaðin.
Drekka vit dagliga úr kelduni, ið er Kristus, leggjast vit ikki fyri á vegnum.