Eitt blað úr lívsins bók
Yrkingar eftir Jóhan Eli Poulsen

Eitt blað úr lívsins bók

Yrkingar eftir Jóhan Eli Poulsen

Útgávuár: 2022
Síður: 64
Vørubólkur: Yrkingasavn
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-74-6
DKK 150,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Nemandi yrkingar

Yrkingar, sum nema við øll lívsins viðurskifti í gerandisdegnum hjá einum vanligum føroyingi. Gjøgnum eyguni á einum manni, sum er uppvaksin í Sandvík, brúkt nógva tíð umborð á skipi, og hevur stríðst við alkohol, gevur Jóhan Eli okkum yrkingar, ið bjóða lesaranum inn í skaldsliga hugaheim sín. Við penninum í hond lýsir Jóhan Eli oyggjar okkara, lívi á teimum, forhold millum fólk, politikk, mentan, náttúru og ikki minst trúgv. Yrkingarnar eru einfaldar, men lýsa praktiska lívið, meiningar og innara menniskjað hjá Jóhan Eli rættuliga væl.

Jóhan Eli sigur sjálvur: „Viðgerðin á Blákross saman við AA fundum og góðum stuðli frá familju og vinum hevur givið mær lívið og lívsgleðina aftur. Tað er mítt ynski og mín vón at tey, ið lesa hettar savnið skulu fáa gleði, styrki og vón av teimum yrkingum, ið eru falnar mær á hjarta.“

Um yrkjaran

Jóhan Eli er 32 ára gamal, føddur og uppvaksin í Sandvík sum yngstur av 4 brøðrum. Hann er útbúgvin skipsførari og siglir í dag. Í einum tíðarbili á 15 mánaðir var hann eisini í Løgtinginum sum tingmaður fyri Fólkaflokkin. Jóhan Eli er alkoholikari og sigur sjálvur at hann byrjaði at liva eftir at hann bleiv edrúur eftir viðgerð á Blákross sum 28 ára gamal. Sjálvur ynskir hann at helvtin av ágóðanum av søluni fer til Blákrossheimið og hin helvtin fer til annað vælgerandi endamál.

Aðrar bøkur Yrkingasavn

Ongar vørur funnar