Eg komi skjótt!
Hugleiðingar um Opinbering Jóhannesar

Eg komi skjótt!

Hugleiðingar um Opinbering Jóhannesar

Rithøvundur: Arno C. Gaebelein
Týðari: Torbjørn Marstein
Útgávuár: 2023
Síður: 248
Vørubólkur: Lærubøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-82-1
DKK 250,00
Nøgd:

Í meira enn hálva øld kunngjørdi evan­ge­list­urin, rithøvundurin, blaðmaðurin og bíbliu­­­­útleggjarin, Arno C. Gaebelein, eld­hug­­að­ur pro­fet­isku sann­leikarnar í Bíbliuni og livdi dag­liga í teirri vón, at teir fóru at ganga út. Tænasta Gaebeleins fór tvørtur um alda­mótið – 19. og 20. øld – og fevndi um tveir verald­arbardagar, og hann ivaðist ongan­tíð um týdningin av at granska profetorð til tess at vaksa andaliga og at skilja sín­ámillum ávirkanina av mentanar­ligum ruðuleika. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri sigri Kristus­ar. Í 1915 skrivaði Gaebelein:

„Harrin Jesus Kristus kemur aftur! Hann kann verða her hvørja løtu! Hann kann koma í dag! Hetta er ikki eitt býttisligt uppáhald, at Hann fer at koma í dag. Hetta er heldur ikki ein ásetan av eini ávísari tíð, at Hann skal koma, sum bæði hevði verið tápiligt og skeivt, hóast mong gera tað. Hetta er álvarsami veruleikin at fáa sálir at vakna úr sínum gáloysni og líkasælu og at peika teimum á greiða vitnisburðin í sanna orði Guds, at Harrin Jesus kemur aftur og kann koma í dag.“

Tí tú kemur, ja tú kemur,
tekin sýna komu tína.
Nær er stundin, loysnarstundin.
Eg vil lurta, nær ið Harrin kemur her.

Aðrar bøkur Lærubøkur