Bøkurnar í bókanna bók
Jógvan Júst Rasmussen
DKK 300,00
Bókin er sett saman av yvirlitum, sum geva innlit í hvørja einastu bók í bíbliuni. Hesi yvirlit eru send við bønarbrøvum ígjøgnum Akurin heim til samkomur í Føroyum. Tað fyrsta yvirlitið varð sent í 1991 og tað seinasta tjúgu ár seinni, í 2011.
Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.
Bókin kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna – bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum júst eru byrjað at lesa.
Regin Guttesen skrivar soleiðis um bókina:
Bókin er ein dýrgripur! Hon kann viðmælast øllum, sum hava áhuga í at læra meir um Bíbliuna — bæði teimum, sum hava lisið Bíbliuna nógv, og teimum, sum júst eru byrjað at lesa. Fá duga sum Jógvan Júst at geva tær eitt yvirlit yvir og innlit í hvørja einastu bók í Bíbliuni. Jógvan Júst hevur ikki bara sum starv at umseta Bíbliuna, nei, hann hevur eisini sum ítriv at lesa, granska og njóta hana. Henda bókin er úrslit av einum lívi, livað í Skriftunum — í bókanna bók.