Harrin er hirði mín; mær fattast einki
Phillip Keller
DKK 200,00
Sum royndur seyðamaður visti Phillip Keller, hvat tað var at verja eitt seyðafylgi móti vandum og skaðum, ið javnan tóku seg upp úti á víðavangi. Í brennandi summarhita og ísakaldar vetrardagar hevur hann røktað, verið um seyðin og føtt hann, leitt hann á tryggar leiðir og vakt yvir honum, síðan hann var nýlembdur. Hann dregur nútíðar sjónarhorn inn í viðgitnasta Sálm, sum nakrantíð er skrivaður, og megnar við innliti sínum í, hvat kann ugga og styrkja, at flyta myndina yvir á kærleika og umsorgan hins Góða Hirða fyri einum og hvørjum í fylgi Hansara.
Phillip Keller varð føddur í Eysturafrika í 1920, har hann á fyrsta sinni royndi seg sum seyðahaldara. Tokki hansara til landið fingu hann at skriva um djór og taka myndir, og hann gjørdist sum frá leið ein viðurkendur andaligur rithøvundur. Seinni flutti hann til Amerika, har hann dúgliga virkaði í Orðsins tænastu. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, men henda man vera ein tann best kenda. Phillip Keller doyði í 1997.