Náði yvir náði
– høvuðstættir í Jóhannesar evangelium
DKK 150,00
Poul Madsen varð føddur 21. Januar 1916 í Keypmannahavn og er so statt 87 ára gamal í dag. Sum blaðungur drongur kom hann at kenna Jesus sum sín persónliga frelsara.
Hann las til løgfrøðing og arbeiddi í Innanríkisráðnum í umleið 10 ár. Hann fór sum heilt ungur at læra úr oriði Guds. Í 1950 kendi hann kall frá Gudi at gevast við sínum lønandi arbeiði og at nýta tíð sína burturav í verki Harrans.
Síðani tá hevur hann virkað sum bíbliulærari og ferðast nógv í Danmark og øðrum londum og lært í skriftunum. Hann hevur eisini fleiri ferðir verið í Føroyum. Hóast sín høga aldur er hann støðugt virkin og ferðast framvegis nógv í Danmark og eisini til onnur lond.
Poul Madsen fæst eisini nógv við at skriva. M.a. hevur hann síðani 1947 verið blaðstjóri á mánaðarblaðnum „Mod Målet“, sum annars er komið út í 63 ár.
Bókina „Náði yvir náði“, skrivaði Poul Madsen í oktober 1952, og er hon skrivað eftir bíbliutímum, sum hann helt í Keypmannahavn á vári 1952.