Heimleysur í London
W. Burton

Heimleysur í London

W. Burton

Týðari: Flóvin Tyril
Útgávuár: 1984
Síður: 182
Bók: Heft
Vørubólkur: Barnabøkur, Familjubøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 65,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Sum eitt ævintýr er henda søgan um foreldra- og heimloysingin Jim Jarvis, hvussu hann noyðist at reika runt í fátækrabýlingunum í London at vinna sær ein bita og leita sær innivist í onkrum hissini skoti, inntil hann hittir Barnardo doktara, eitt møti, sum ikki bert fær týdning fyri Jim, men eisini fyri hópatals onnur vanlukkuliga stødd børn. 

Hendingarnar í bókini fara fram í árunum 1865-1867, og viðurskiftini hjá mongum í Londum, eina helst børnum, vóru út av lagi ring um hetta mundið. Men tað vóru fleiri, sum sóu tann ovurstóra tørv, ið var á at fáa betrað um korini, Ein tann ítasti var írin, Thomas Jones Barnado, sum hevði ætlað sær til Kina sum trúboðari, men hálsaði um, tá hann rakti við, at í høvuðsstaðnum sjálvum var meira enn nóg mikið at andaligum eins væ og samfelagsligum málum at fremja. Barnaheimið í Stepney gjørdist veruleiki, og túsundtals børn vórðu hjálpt.

---

Bókin, sum er sera spennandi og væl skrivað, hóskar best til størri børn – eins væl vaksin. Tíverri hevur ikki eydnast at fáa nakað at vita um høvundan, og hann skrivar undir dulnevni.

Aðrar bøkur Barnabøkur

Aðrar bøkur Familjubøkur