Sólskinslandið
Cristina Roy

Sólskinslandið

Cristina Roy

Týðari: Steinvør Olsen
Útgávuár: 2012
Síður: 144
Bók: Heft
Vørubólkur: Barnabøkur, Familjubøkur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-46-3
DKK 140,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Hetta er ein familju- og barnabók, sum er skrivað um veruligar hendingar. Týðarin sigur í fororðunum:

„Bókin sigur frá einum smádrongi, Palko, sum býr hjá „abba“ sínum. Hann hevur hoyrt eina søgu um eitt Sólskinsland og er farin niðan millum fjøllini at leita eftir tí; men hvat finnur hann?
 
Júst tá sá hann nakað, sum gjørdi hann púra bilsnan. Har niðri, sum tann lítla keldan velti út úr fjallinum, sá tað út, sum var eitt helli í klettinum. Hann klintraði oman, men hellismunnin var so trongur, at hann mátti krúpa inn á øllum fýra. Lukkutíð var ein lítil sprunga í loftinum á hellinum, har sólin fekk sent eina strálu ígjøgnum, so síggjast kundi, hvat ið inni var. Einki var at ivast í, at hetta lítla hellið var – ella hevði verið – bústaður hjá onkrum, tí har var bæði borð og bonkur. Eiturkoppaspinn hingu allastaðni, og gólvið fleyt av turrum mosa og leyvi, ið vindurin hevði borið inn.

„Tað er vist og satt, at onkur býr her!“ læt í Palko, „men hvør man tað vera?“
Hann fór inn, tó at hann var heldur ræddur, men var so varur við, at eitthvørt lá á borðinum –  …“
 
Hetta kom at hava stóran týdning – fyrst fyri Palko sjálvan – og síðani fyri øll, sum hann kom í samband við.

Aðrar bøkur Barnabøkur

Aðrar bøkur Familjubøkur