Nýggj bókarøð til børn og ung: Guds ætlan við sex

10/02/2020

Ein bókarøð er júst útkomin, ið eitur „Guds ætlan við sex“/á donskum „Guds design for sex“. Bøkurnar eru upprunaliga skrivaðar á enskum. Bøkurnar venda sær serliga til foreldrini, tí rithøvundarnir, Stan og Brenna Jones trúgva, at Guds ætlan er, at kristin foreldur eiga at vera tey fyrstu og fremstu, ið upplæra børn síni um sexualitetin.

Forlagið Leirkerið, Føroyskar fríkirkjur og Heimamissiónsforlagið eru saman við danska forlagnum Scandinavia útgevarar í Føroyum. Forlagið Scandinavia er einsamalt útgevari í Danmark.

Bókarøðin hevur fýra bøkur til børn/ung í aldrinum 4-6, 6-9, 9-12 og 12-16 ár; eisini er ein foreldrabók í bókarøðini. Tríggjar tær fyrstu bøkurnar eru týddar til føroyskt; fjórða bókin og foreldrabókin verða nýttar á donskum í Føroyum. Somuleiðis er møguligt at keypa fjórðu bókina til tey 12-16 ára gomlu á enskum í Føroyum.

Bøkurnar eru skrivaðar av fakfólki í sálarfrøði og byggja á bíbilska læru um hjúnalag, familju og samlív. Tvær av bókunum eru skrivaðar sum ein samtala millum tvey børn og foreldur teirra. Høvuðsendamálið við øllum bókunum er júst at skapa góðar samtalur millum foreldur og børn teirra um kynslív. Sera týdningarmikið er tí at foreldrini lesa foreldrabókina fyrst fyri at fáa íblástur til at hava slíkar samrøður við børnini, og síðan eru tey klár at lesa barna- og ungdómsbøkurnar saman við sínum børnum.

Bøkurnar eru hesar:

  • 1: Søgan um meg (4-6 ár) / 50 kr.
  • 2: Áðrenn eg varð til (6-9 ár) / 50 kr.
  • 3: Hví so umráðandi? (9-12 ár) / 120 kr.
  • 4: Ansigt til ansigt med kendsgerningerne (12-16 ár) / 130 kr.
  • 4. Facing the facts (12-16 ár) / 130 kr
  • 5: Hvordan og hvornår fortæller du dine børn om sex / 160 kr. (Foreldrabók)

Omanfyri nevndu bøkur fara at fáast í ymsum bókahandlum, og liggja longu nú klárar í bókahandlinum Logos í Havn, hjá forlagnum Leirkerinum (leirkerid.fo) og hjá Heimamissiónsforlagnum (keyp.mission.fo). Allar bøkurnar fáast á donskum á www.scandinavia.as og á enskum á www.navpress.com.
 
 


28/11/2023

„Stóra jóla­lyftið“ – nýtt barna­tilfar frá Leirkerinum

Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt…

20/11/2023

Nýggj bók: Eg komi skjótt!

Eg komi skjótt! er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er A…

06/06/2023

Orð úr Orðinum

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hil…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI