Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

29/06/2025

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“, kom í 2019. Onnur bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – fyrri partur“, kom í 2022. Og nú í 2025 kemur triðja bókin: „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur“.

Páll á Lakjuni, sum hevur týtt røðina úr enskum, sigur soleiðis:

Fyri nøkrum árum síðani keypti eg bókina, „With the Word – the chapter-by-chapter Bible handbook“, sum amerikanski rithøvundurin, Warren Wiersbe, skrivaði. Gjørdist hugtikin av henni beinanvegin, eg fór at lesa í henni. Hesi smáu brotini – hesar viðmerkingar – til hvønn kapittul í Bíbliuni dámdi mær so væl, at eg fór í holt við at týða tey til føroyskt. Vón mín er, at lesarin av hesi bókarøð fær somu signingar, sum eg sjálvur havi fingið.

Limirnir í bókaringinum kunnu gleða seg til, at hendan bókin kemur inn um hurðina ein av komandi døgunum.

Bókin „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur“ er 612 blaðsíður og kostar 275 krónur. Hon kann fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókhandlum kring landið. 


01/11/2026

Bókaframløga: Eliesar í Fugloy

Hósdagin 5. november kl. 17 verður bókaframløga í Varpinum. Tað er bókin um „Eliesar í Fugloy“ sum verður løgd fram. Líggjas í Bø…

16/10/2026

Kaleb - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Kaleb”. Hetta er onnur bókin í bókarøðini um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í sku…

29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI