Bíblian - við ella uttan prent
Nú fæst bíblian í týðing Victor Danielsens eisini til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. Bíblian fæst og í trimum støddum og litum. Svørt, hvít ella reyð í lummastødd, miðal og stórari stødd. Eisini er møguligt, at keypa nýggja testamenti í svørtum ella hvítum í lummastødd.
Møguleiki er at keypa bókina við og uttan prent. Tvs at tú kanst t.d. prenta títt navn á bókina.
19. mars 1949 kom øll bíblian á fyrsta sinni út á føroyskum.
Bíbliuna finnur tú undir bøkur, undir vørubólkinum „Bíbliur“
Bókaframløga: Eliesar í Fugloy
Hósdagin 5. november kl. 17 verður bókaframløga í Varpinum. Tað er bókin um „Eliesar í Fugloy“ sum verður løgd fram. Líggjas í Bø…
Kaleb - nýggj skaldsøga
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Kaleb”. Hetta er onnur bókin í bókarøðini um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í sku…
Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur
Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…