Nýggj barnabók full av litum og lívi
Tóra við Keldu, ummæli:
Ein heilt ótrúliga framúr góð bók, sum sigur okkum sonnu søguna um avbera frálíku veitsluna, sum fer at varða í allar ævir. Ja, í allar ævir! Tú hevur kanska longu gitt, hvørja veitslu talan er um, og rætt hevur tú.
Vit eru mong, sum aftur og aftur hava hugsað um, hvussu tað fer at vera. Hvussu sær himmalin út? Hvat fara vit at gera? Hvussu fara vit at síggja út? Fara vit at kenna hvønn annan aftur? Og so framvegis.
Bíblian svarar nøkrum av mongu spurningunum, og aðrar bøkur hjálpa okkum eisini betur at skilja himmalin. Tó er tað torført at ímynda sær himmalin.
Tað er júst hetta, bókin um heilt ótrúligu framúr frálíku veitsluna í allar ævir kann gera. Hon er ein gluggi inn í himmalin, og fær óivað eisini onkran at leingjast eftir tí, sum fer at henda, tá ið Jesus kemur aftur og fer at hava fullkomna himmalin við sær.
Tað besta. Tað vakrasta. Tað, sum vit altíð hava ynskt okkum. Við nýggjum hjarta og nýggjum kroppi, fara vit ongantíð aftur at uppliva sorg ella at vera sjúk, tí allir sansir fara at virka eins og allir kroppar verða fullkomnir.
Nú havi eg longu sagt ov nógv, og tí fari eg ikki at siga meira. Vónandi hevur tú við hesum fingið hug at lesa bókina, sum Joni Eareckson Tada hevur skrivað, og njóta myndirnar, sum Catalina Echeverri hevur teknað. Tað er Arni Zachariassen, sum hevur týtt, og Leirkerið gevur út.
Neyvan gleðir nakar seg meira enn Joni sjálv, til Jesus kemur aftur. Tá fer hon endiliga at leypa upp úr koyristólinum, sum hon seinastu 55 árini hevur sitið í, og renna ímóti Jesusi og siga: Takk Jesus fyri, at tú altíð vart hjá mær uttan mun til umstøðurnar.
Um tú leitar eftir eini bók at lesa saman við børnunum, so viðmæli eg tær at njóta hesa. Hon er full av litum og lívi og leggur upp til góða prátið um, hvussu lívið er, og hvussu lívið einaferð fer at vera.
Ynski tykkum góðan litríkan lesihug
10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…
Nýggj bók – Saman um samkomuna
„Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli…
„Stóra jólalyftið“ – nýtt barnatilfar frá Leirkerinum
Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt…