Víntræið og greinarnar
David Tryon
DKK 25,00
Tað eru mong trúgvandi, ið gera alt fyri at liva eitt lív sum kristin, men sum ongantíð hava funnið kraftina til at liva hetta lívið. Tað eru mong – bæði ung og gomul – álvarsom trúgvandi, ið aftur og aftur eru vorðin niðurboygd og mótfallin, tí tey við egnari megi ikki vóru før fyri at fara so at, sum álagt er einum og hvørjum sonnum kristnum. Mong, mong trúgvandi á øllum aldri hugnra og tysta eftir at liva eitt djúpari og inniligari lív, enn tey nú gera.
Tað, ið teimum tørvar at vita og at kenna, bæði av egnum lívsroyndum og í sinninum, er, at kraftarkeldan hjá einum trúgvandi er í Kristusi, og í Honum EINA, og at Hann býr í okkum við Halga Andanum. Neyvan er nakað, ið so væl og einfalt lýsir henda sannleika, sum líknilsi Harrans um víntræið og greinarnar í Jóh. ev. 15.
Vit skulu saman hyggja at nøkrum stórum sannleikum, ið hetta líknilsi lærir – við bøn um, at Gud má nýta hesar sannleikar til tess, at lívið hjá hvørjum einstøkum av okkum má verða fylt av ríkum signingum.