Heilsan frá Jógvani

06/11/2019

Vælkomin á heimasíðuna hjá Leirkerinum. Mál okkara er, at Leirkerið skal vera við til at geva út skrivaða og talaða Orð Guds á góðum føroyskum máli og á hendan hátt vera við til at knýta samkomurnar og trúgvandi í Føroyum saman.

Heimasíðan er einføld og snøgg, og her kanst tú tekna teg sum lim í bókaringinum hjá Leirkerinum og keypa bøkur, sum Leirkerið gevur út.

Bókaringurin er ein limalisti, har tey, ið gerast limir í bókaringinum hjá Leirkerinum, fáa flestu bøkurnar, sum Leirkerið gevur út, sendandi við postinum og fyri betri prís. Vilt tú gerast limur í Bókaringinum, kanst tú trýsta her.

Mál og mentan okkara er týdningarmikil at varðveita og menna. Og á Leirkerinum rokna vit tað sum ein framíhjárætt at vera við til at geva út góðan andaligan lesnað á góðum føroyskum máli og á hendan hátt hava eina holla andaliga ávirkan á mentan og fólk okkara.

Vit ynskja, at útgávur okkara skulu vera viðkomandi fyri bæði vaksin, ung og børn. Tí fara útgávur okkara at vera sera fjølbroyttar. Vit vóna at geva út einar tríggjar bøkur árliga – eina fyri vaksin, eina fyri ung og eina fyri børn ella familjur.

Vit heita á tykkum um at biðja fyri Leirkerinum og at standa saman við okkum í arbeiðinum á tann hátt, tit orka og kunnu.


29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

03/12/2024

Áron - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

14/06/2024

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI