10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar

14/06/2024

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr m.a.:

 

Hvussu kanst tú trúgva, at bíblian er sonn?

Kann Jesus vera sannur fyri teg, men ikki meg?

Kann tað ikki gera tað sama, um tú ert ein drongur ella ein genta?

Er kristna trúgvin ikki ímóti fjølbroytni?

Sama hvørt talan er um í skúlanum, millum vinir ella á sosialum miðlum, so fara tannáringar at uppliva veruligar avbjóðingar, hvat trúnni á Jesus Kristus viðvíkur. Og sama hvørt tú metir teg vera ein eftirfylgjara hjá Kristusi ella ikki, so kunnu hesar avbjóðingar tykjast av sonnum lemjandi.

Hendan bókin loftar órædd torføru spurningunum, tannáringar seta um kristnu trúnna, og vísir teimum á sannførandi svar.

Arni Zachariassen týddi bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps í bókahandlunum kring landið og á nethandlinum www.leirkerid.fo

 


01/11/2026

Bókaframløga: Eliesar í Fugloy

Hósdagin 5. november kl. 17 verður bókaframløga í Varpinum. Tað er bókin um „Eliesar í Fugloy“ sum verður løgd fram. Líggjas í Bø…

16/10/2026

Kaleb - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Kaleb”. Hetta er onnur bókin í bókarøðini um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu í sku…

29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI