Maria

02/11/2018

Bókin „Maria“ er ein bíbilsk skaldsøga um Mariu, sum er ein av teimum fimm kvinnunum í ættartali Jesusar. Maria var móðir Jesusar. Bókin er skrivað út frá søguni um Mariu, sum vit lesa hana í Nýggja Testamenti.

Á baksíðuni av bókini stendur:
Maria var ein heilt vanlig ung kvinna, tá ið eingilin kom til hennara og boðaði frá, at Gud hevði valt hana til eina serstaka uppgávu: Hon skuldi verða við barn og eiga hin lovaða Messias. Men Maria hevði ongantíð verið saman við nøkrum manni, so hon kundi ómøguliga vera við barn. Antin var talan um svikaráð ella um undurverk.


Amerikanski rithøvundurin, Francine Rivers, hevur skrivað bókina. Hon hevur skrivað nógvar skaldsøgur – bæði bíbilskar og aðrar, m.a. um tær fimm kvinnurnar í ættartali Jesusar. Tær eru umframt Mariu: Tamar, Rahab, Rutt og Batseba. Tamar kom út á føroyskum í 2013, Rahab í 2014, Rutt í 2015 og Batseba í 2016.

Páll á Lakjuni hevur týtt bøkurnar til føroyskt. Allar fimm bøkurnar eru at fáa til keyps í nethandlinum.

 


28/11/2023

„Stóra jóla­lyftið“ – nýtt barna­tilfar frá Leirkerinum

Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt…

20/11/2023

Nýggj bók: Eg komi skjótt!

Eg komi skjótt! er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er A…

06/06/2023

Orð úr Orðinum

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hil…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI