FORLAGIÐ LEIRKERIÐ VIÐ JÓLASØLUTILTAKI Í RIBARHÚSI
Leygardagin 7. des kl. 11-19 og sunnudagin 8. des. kl. 15-19 hevur forlagið Leirkerið jólasølutiltak í Ribarhúsi. Høvi verður at keypa góðar, bíligar føroyskar bøkur, sum – nú vit nærkast jólum – eru góð jólagávuhugskot. Eisini verða pakkar við fleiri bókum saman seldir við sera lágum prísi.
Í sambandi við tiltaki verður ein hugnalig løta leygardagin kl. 15.00, har Páll á Lakjuni fer at greiða frá nýggjastu bókini frá Leirkerinum, sum hann hevur týtt úr enskum. Bókin ber heitið „VIÐMERKINGAR til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“. Páll fer eisini at syngja onkran sangin.
Sum altíð í Ribarhúsi verður ein góður drekkamunnur eisini at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin



Bókaummæli: Fjald Jól
Rutt Vang Olsen skrivar: Er ein lætt lesilig bók, sum er sera væl umsett. Eitt citat úr bókini er;Matteus byrjar ikki sína frá…

Søgan um D. L. Moody komin á føroyskum
Forlagið „Leirkerið“ hevur júst givið út lívssøguna um D.L. Moody, sum verður roknaður ein av størstu kristnu vekingarmonnunum í h…

FJALD JÓL
Fjald Jól er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum. Hví eru jólini fyri mong so stressandi og avbjóðandi? Er tað…