Forlagið Leirkerið fær Serstøku virðisløn Landsins 2019

15/01/2020

Vit eru sera fegin um at Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, handaði Leirkerðinum Serstøku virðisløn Landsins 2019. Tað er ein heiður fyri okkum at ganga í fótaspurunum hjá Zachariasi og Flóvini, sum hava lagt eftir seg ein hóp av sálmum og sangum, bæði týddum og yrktum, allir í vøkrum føroyskum málbúna, sum eru givnir út á forlagnum. Flóvin Tyril tók eyðmjúkur móti heiðursgávuni uttan at siga stórt annað enn at geva Guði allan heiðurin. Zacharias Zachariassen doyði í august 2017.

Her er takkarskriv frá Flóvin í sambandi við handaninna av virðislønini.

Eg fari hjartaliga at takka fyri tann heiður, ið Mentanarnevnd Løgtingsins hevur gjørt av at sýna okkum, Zachariasi, bróður, og mær, í dag. Zacharias flutti fyri hálvum triðja ári síðan úr hesum lívi og slapp ikki at uppliva hesa løtu, hann, sum var drívmegin í arbeiði okkara. 

Eg var meira tann, ið hevði reinskriving, rættlestur og seinni eisini umbróting um hendi, áðrenn tilfarið skuldi til prentingar. Orðabøkur til taks á føroyskum vóru fáar. Álitið var Føroysk-danska, sum M.A. Jacobsen og Christian Matras góvu út í 1961. At vit høvdu fingið Bíbliuna og nógvar sangir á føroyskum, hevði sum vera man alstórar broytingar við sær í máltilvitan okkara og yvirhøvur, og tað setti krøv. Skuldi tú týða úr donskum, norskum ella enskum, noyddist tú at grópa og leita í tí føroysku orðabókini og enntá í íslendskum at finna góð føroysk heiti. Eg kann í hesum viðfangi til stuttleika nevna, at eg havi slitið upp ta fyrstu orðabókina frá 1961. Tá ið so Dansk-føroyska eftir Jóannes av Skarði kom út í 1967, var hon sera hent. Men hon hevði sínar avmarkingar. Seinni komu so eykabind til bæði donsku og føroysku orðabøkurnar. Ein føroysk-ensk kom út í 1985. Seinast í nítiárunum hendi eitt rættiligt fram brot, tí vit fingu ikki færri enn 4 – tvær dansk-føroyskar, nýggja ensk-føroyska og so Móðurmáls orðabókina. 

Eftir aldaskiftið hevur ikki staðið í stað. Sprotin hevur rættiliga brotið úr nýggjum og saman við landi og kommunum gjørt hvørjum mans barni kring allan jarðarknøttin allar hesar orðabøkur atkomuligar, bert tú hevur teldu, teldil ella fartelefon. Nú ber til at „sprota“ eitt orð og finna tað í eini handavending, og málini tróta ikki. Fleiri bíbliutýðingar eru nú teldutøkar, somuleiðis túsundtals sangir. 

Liðin eru nú meira enn 50 ár, síðan vit settu sjøtul á og fóru undir bókmentaliga virksemi okkara. Eg kundi í stuttum nomið við, hvussu stríggið og drúgført tað var at fáa okkurt á prent. Fyrst skuldi tú reinskriva alt við skrivimaskinu og lata eini prentsmiðju ørkini. Síðan skuldi prent smiðjan seta hvønn bókstav við hond. Alt skuldi síðan gjøgnum fleiri rættlestrar. 

Seinni komu so blýsetimaskinurnar, har ein regla varð stoypt í senn. Miðskeiðis í sjeyti-árunum komu so fotosetimaskinurnar, sum vit róptu tær. Vit fingu so ta fyrstu í 1983. Nú kundu vit sjálvir skriva tekstin inn og fáa hann út á fotografiskt pappír, men tú skuldi í eitt myrkakamar at framkalla. Tá ið teldurnar komu í áttati-árunum við umbrótingar forritum, gjørdist alt so nógv lættari. Tú kundi nú goyma tekstin og rætta sum tú vildi. Í dag kann so at siga hvørt mannkykt við hampiligum hegni og kunnleika seta eina bók upp og fáa sent tilfarið umbrotið til onkra prentsmiðju. 

Tað, sum nevnt verður mentan, er ikki bert tjóðskapur, list, ítrótt, siðir, matgerð o.s.fr., men alt tað, sum rørist í fólkinum, eisini í trúarlívi uttan fyri tað siðbundna. Her hugsi eg um tann sangskatt og tær sannføringar, ið trúarrørslurnar, sum tóku seg upp her á landi fyri stívliga 150 árum síðan, hava borið við sær, og sum vit komu at vera partur av. Einki ilt orð um sangsiðvenjuna, ið tá var hin almenna her á landi. 

Málsliga hava vit eftir førimuni roynt at stíga í somu fótaspor, sum undan gongumenn sum Victor Danielsen, Jákup Dahl, Christian Matras, Jeffrei Henriksen, Jóhan Hendrik W. Poulsen, fyri at nevna nakrar, hava slóðað fyri. Endamál okkara hevur verið at tæna stórum parti av fólkinum við góðum, borðbærum og andaligum, t.e. kristiligum, lesnaði á føroyskum. 

Tað er ein djørv avgerð, ið tit hava tikið, tit, sum hava valt út tann ella tey, ið uppiborið hava henda heiður, og tað er við stórari eyðmýkt, eg taki móti hesum heiðri. 

Øllum, ið hava stimbrað og stuðlað okkum hesi árini, takki eg hjartaliga. Uttan teirra íkast var alt hildið uppat fyri langt síðan. At lyfta arvin er eitt stórt tak. Nú vóni eg og biði eftir, at verkið ikki steðgar upp, nú eg meir og minni havi lagt frá mær, og aldurin setur síni mørk. Jógvan, sonur Zacharias, hevur saman við øðrum átikið sær at halda fram við útgávuvirkseminum. 

Hjartaliga tøkk, øll somul. Harrin eigur alla æruna!


10/02/2020

Nýggj bókarøð til børn og ung: Guds ætlan við sex

Ein bókarøð er júst útkomin, ið eitur „Guds ætlan við sex“/á donskum „Guds design for sex“. Bøkurnar eru upprunaliga skrivaðar á e…

15/01/2020

Forlagið Leirkerið fær Serstøku virðisløn Landsins 2019

Vit eru sera fegin um at Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, handaði Leirkerðinum Serstøku virðisløn Landsins 2019. Ta…

25/12/2019

Smáu dýrgripirnir

  Ein av mongu góðu føroysku jólasangunum, er: “Nú er jól” hjá Kim Hansen. Í sanginum minnir hann okkum á, at henda ársins tíð –…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI