Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?

23/05/2020

Týsdagin 2. juni gevur KFS bókina "Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?" út! Hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. 

„Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru steðgað á at hugsa, áttu at lisið hesa bókina.“ Os Guinness, høvundur, hevur skrivað Unspeakable

Um bókina
Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?

Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger ein professari á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum heimsáskoðanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.


29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

03/12/2024

Áron - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

14/06/2024

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI