Nýggja sangbók – við og uttan prent
Á hvítusunnu 24. mai 2015 var nýggja Nýggja Sangbók, við undirheitinum Guds fólks, løgd fram á samfelagmøtunum í Klaksvík. Nú 5 ár seinni kunnu vit gleðast um, at hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum. Nýggja Sangbók fæst sum skreytútgáva – svørt, hvít ella reyð. Eisini ber til at keypa vanligu innbundu útgávuna. Møguleiki er at keypa bókina við og uttan prent. Tvs at tú kanst t.d. prenta títt navn á bókina.

Ókeypis tilfar
Vit hava lagt eina nýggju síðu inn á heimasíðuna við nakað av ókeypis tilfari. Í fyrstu atløgu er talan um eitt úrvæl av litsíðum…

Nú er onnur bókin í bókarøðini komin
Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’. Nú er ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Ga…

Útgávutiltak: Eitt blað úr livsins bók
Mikudagin 5. okt kl. 16 hevur forlagið Leirkerið útgávutiltak í samband við yrkingasavnið hjá Jóhan Eli Polsen í nýggju ungdómshøl…