Millum aucaindiánar í Ekvador
Skuggi hins Alvalda er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum.
Bókin fevnir um lív og vitnisburð Jim Elliots, ið var ein av fimm trúboðarum, sum í 1956 vórðu dripnir av aucaindiánum inni í frumskóginum í royndini at fáa samband við hetta frumskógarfólk til tess at bera teimum evangeliska boðskapin.
Allur tann kristni heimurin varð skakaður av hesi hending, og mong í Føroyum minnast ta grípandi ljóð- og myndafrásøgn, sum fólk her heima gjørdu um hesar fimm trúboðarar, ið liðu blóðvitnisdeyðan langt inni í frumskógi Ekvadors.
Høvundurin Elisabeth Elliot, kona Jim, hevur skrivað bókina, har hon hevur nýtt úttøkur úr brøvum og dagbókum hansara at lýsa tráan Jims at yvirgeva alt lív sítt til Gud.
Bókin er vorðin ein nútímans kristiligur klassikari, og sagt verður, at hon er ein av mest gitnu trúboðarafrásøgnum í samtíð okkara.
Bókin, Skuggi hins Alvalda, við sínum mongu áhugaverdu fotomyndum er komin í handlarnar og kostar 250 krónur og kann eisini fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo.
Meta av Fløtum hevur týtt bókina úr enskum.



Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur
Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

Áron - nýggj skaldsøga
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…