Leirkerið við nýggjari bók – „Styrki í stríðnum“

27/10/2020

Í hesum døgum kemur nýggj bók frá Leirkerðinum í bókabúðurnar. Hesaferð er tað ein uppruna føroysk bók frá Jógvan Júst Rasmusen, trúboðara. Heitið á bókini er „Styrki í stríðnum“. Jógvan Júst og Cathy hava verið trúboðarir á Filipsoyggjunum í mong ár og nú búgva tey í Italia.

Tíðindabrøvini, sum Jógvan Júst hevur sent til Føroya gjøgnum árðini hava altíð verið eyðkend av at partur av brævinum er ein lítil uppmuntring frá Orði Guds. Nakað av hesum hevur Jógvan Júst nú aftur samlað í bók, júst sum hann gjørdi í fjør tá hann gav bókina „Bøkurnar í bókanna bók“ út.

Hetta eru stuttar hugleiðingar grundaðar á ávís skriftbrot, nøvn ella myndir úr Bíbliuni og er sera uppmuntrandi lestur til andakt og persónliga styrki. Jógvan Júst hugleiðir út frá Esaiasi profeti, Zakariasi profeti og Fyrra Pætursbrævi. Eisini hevur hann eitt brot um nøvn Guds í Skriftunum.

Bókin er longu send út til limirnir í Bókaringinum hjá Leirkerðinum, og nú er hon at fáa í bókabúðum kring landið og á www.leirkerid.fo.

Bókin er 163 blaðsíður og kostar kr. 150,-


29/06/2025

Viðmerk­ingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur

Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

03/12/2024

Áron - nýggj skaldsøga

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

14/06/2024

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI