FJALD JÓL
Fjald Jól er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum.
Hví eru jólini fyri mong so stressandi og avbjóðandi? Er tað tí, at ov nógv verður væntað av okkum, sum vit ikki megna? Hví kennist tað strævið at stýra ígjøgnum meldurin av tiltøkum, innkeypslistum og jólagávum? Og hví er tað samstundis so torført at hugsavna seg um boðskapin „friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!“?
Í bókini fer Timothy Keller aftur um hugtøkini og pakkar jólaboðskapin so væl upp fyri okkum, at vit betur skilja, hvat jólini veruliga snúgva seg um.
Tað er Pól í Skorini, sum hevur týtt bókina. Hon er 120 blaðsíður og kostar kr. 150,-
Bókin er at fáa í bókabúðum kring landið og á www.leirkerid.fo.

Nýggjar barnabøkur
Arni Zachariassen skrivar: Eg haldi, tað er týdningarmikið at týða. Tí havi eg týtt hesar báðar, sum koma út í dag „Undrið klok…

William Gibson Sloan – ein valdi at fara – veking í Føroyum
Bókin lýsir persónin William Gibson Sloan og sermerktar partar av ævisøgu hansara. Hon er sett saman av einum úrvali av týðandi sø…

SØGUBÍBLIAN UM JESUS
HVØR EINASTA SØGA TESKAR HANSARA NAVN Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum „Søgubíblian u…