Søgan um D. L. Moody komin á føroyskum

01/12/2020

Forlagið „Leirkerið“ hevur júst givið út lívssøguna um D.L. Moody, sum verður roknaður ein av størstu kristnu vekingarmonnunum í heimssøguni.
 
D.L.Moody var føddur í amerikanska státinum Massachusetts í 1837. Hann andaðist einans 62 ára gamal.
Men longu tá hevði hann talað til størri mannfjøldir enn nakar annar prædikumaður.
 
Hóast hann ikki hevði útbúgving í gudfrøði frá lærdum háskúla, ei heldur ella aðra útbúgving, megnaði Moody at bergtaka áhoyrarar sínar, bæði vaksin og børn, við greiða og litríka bíbilska boðskapi sínum.
 
Moody gjørdist ein ímynd av einum prædikumanni og fyrimynd fyri prædikumenn eftir hann, í lívi og atferð.
 
Umframt bók við talum eftir Moody, er ein av kendu bókum hansara „Himmalin“ komin út á føroyskum, sum Victor Danielsen týddi.
 
Tað er W. R. Moody, sonur Moody, sum hevur skrivað hesa bókina um pápa sín. Svenning av Lofti hevur týtt bókina til føroyskt. Lívssøgan um Moody er ein íblástrarkelda fyri øll, serstakliga tey, ið vilja útinna verk á sama øki sum Moody:  At bera øðrum gleðiboðskapin um Jesus, heimsins frelsara.

Bókin er 144 blaðsíður og kostar kr. 150,-. Hon fæst í bókabúðum kring landið umframt á heimasíðuni hjá forlagnum www.leirkerid.fo.


12/01/2021

Bókaummæli: Fjald Jól

Rutt Vang Olsen skrivar: Er ein lætt lesilig bók, sum er sera væl umsett. Eitt citat úr bókini er;Matteus byrjar ikki sína frá…

01/12/2020

Søgan um D. L. Moody komin á føroyskum

Forlagið „Leirkerið“ hevur júst givið út lívssøguna um D.L. Moody, sum verður roknaður ein av størstu kristnu vekingarmonnunum í h…

25/11/2020

FJALD JÓL

Fjald Jól er heitið á nýggjari bókaútgávu frá Forlagnum Leirkerinum. Hví eru jólini fyri mong so stressandi og avbjóðandi? Er tað…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI