Bókaummæli: Fjald Jól

12/01/2021

Rutt Vang Olsen skrivar:


Er ein lætt lesilig bók, sum er sera væl umsett.

Eitt citat úr bókini er;
Matteus byrjar ikki sína frásøgn um Jesu føðing við orðunum „Einaferð var tað“ soleiðis byrja sagnir, ævintýr og Star Wars. „Einaferð var tað“ merkir at allarhelst hendi hetta ikki, ella vita vit ikki um tað hendi, men hetta er ein vøkur søga, ið hevur nógv at læra okkum. Matteus gevur okkum ikki slíka frásøgn, men byrjar við „Ættartalvum Jesu Krist“ tí hann vil grundgeva søguliga fyri, hvør Jesus er, og hvat hann ger í søguni.

Bókin vísir á, at Gud ofta brúkar tey í lægri stættum og tey, sum eru útstoytt at fáa sín boðskap fram. Og at Gud hevur verið allastaðni, har tú hevur verið. Hann hevur verið í myrkrinum, tú ert í nú, og enn longri niðri. Tú kanst líta á hann, tí hann veit og kann troysta, styrkja og leiða teg ígjøgnum.

Hetta er ein bók, sum tosar út frá tí vit nevna „jólaboðskapurin“ Men kann avgjørt lesast alt árið. Hon viðgerð nógv áhugaverd og spennandi evnir.


Eg vil avgjørt viðmæla øllum at lesa Fjald jól.


28/11/2023

„Stóra jóla­lyftið“ – nýtt barna­tilfar frá Leirkerinum

Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt…

20/11/2023

Nýggj bók: Eg komi skjótt!

Eg komi skjótt! er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er A…

06/06/2023

Orð úr Orðinum

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hil…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI