Nýggj Bók: EZEKIEL – profetur og prestur

04/05/2021

Nýggj bók frá Leirkerinum

Forlagið, Leirkerið, hevur júst givið út bók við heitinum: EZEKIEL – profetur og prestur.
Høvundur er danin, Poul Madsen (1916-2009). Bókin er ein gjøgnumgongd av bók Ezekiels í Gamla Testamenti.

Bókin er skrivað eftir bíbliutímum, sum Poul Madsen helt í seinnu helvt av 1950 árunum í Keypmannahavn. Tað er tí umráðandi hjá tí, sum nú lesur bókina á føroyskum hesi mongu ár eftir, at geva sær far um – í fyrsta lagi, at hon er bíbliutímar til danir fyri umleið 65 árum síðan, og í øðrum lagi at hugsa um tað, sum Poul einaferð skrivaði um eina aðra bók hjá sær: „Eg havi valt at varðveita tað talaða málið og biði tí lesaran seta seg í stað áhoyrarans og hugsa um, at orðini upprunaliga eru talað og ikki skrivað.“


Sonur Poul Madsen, Aksel Tarras Madsen, hevur eftir umbøn skrivað m.a. hetta um pápa sín til føroysku útgávuna:

Min far, Poul Madsen, var uddannet cand.jur., men havde studeret skrifterne under krigen og det blev afsættet for hans kald, at udlægge skrifterne, alle Bibelens bøger.

Far var flittig og arbejdsom, men aldrig forhastet. Han rejste i hele Norden, Tyskland og Schweiz, hvor han blev inviteret til at udlægge skrifterne. Han var glad for invitationerne til Færøerne og vennerne blandt det færøske folk, som han satte stor pris på.

I sin forkyndelse ville han ikke vide af andet end Kristus og det som korsfæstet, og i det lå og ligger friheden. Han studerede alle de store teologer og fik udbytte deraf, også når de ikke så ens på teologiske spørgsmål.

 
Páll á Lakjuni týddi bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps her á nethandlinum og í bókahandlunum kring landið.


06/06/2023

Orð úr Orðinum

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hil…

18/04/2023

Nýggj barnabók full av litum og lívi

Tóra við Keldu, ummæli: Ein heilt ótrúliga framúr góð bók, sum sigur okkum sonnu søguna um avbera frálíku veitsluna, sum fer at v…

05/04/2023

„Sannar søgur“ – tvær nýggjar barnabøkur í røðini komnar út

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini, „Sannar søgur“.  Bókin, „Stormurin, sum s…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI