SØGUBÍBLIAN UM JESUS

01/09/2021

HVØR EINASTA SØGA TESKAR HANSARA NAVN

Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja barnabíbliu út við heitinum „Søgubíblian um Jesus“. Søgubíblian sigur Søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa Søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.
 

Søgubíblian um Jesus er ein avbera góð barnabíblia, sum tekur teg gjøgnum nógvar týdningarmiklar søgur úr Bíbliuni, og vísir á, hvussu øll Bíblian peikar á Jesus. Hettar er alt væl gjørt við litríkum og góðum tekningum, og einum barnavinarligum og til tíðir skemtiligum oðravali. Tað er fleiri ferðir, at bókin lýsir eitt annarleiðis sjónarhorn enn man er vanur við, ella lýsir bíbilsøgurnar við orðum, sum ein kanska ikki hevði væntað. Tað ger hesa barnabíbliuna nýhugsandi og áhugaverda.

– Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini

 

Henda barnabíblian hugtók meg og fangaði meg, tá eg las hana. Á einum gerandismáli, sum børn og vaksin skilja, er søguliga gongdin í Gamla Testamenti samanhangandi og greiðir frá týðandi myndum, sum peika á Jesu komu í Nýggja Testamenti. Guds kærleiksfulla bjargingarætlan við menniskjanum er sum ein reyður tráður allan vegin ígjøgnum.
Eitt framúrskarandi amboð, sum tørvur er á til sjálvlestur hjá børnum og foreldrum, ommum og abbum, stovnum, skúlum og øðrum.


– Jastrid Høj, lærari og varaleiðari í Frískúlanum Kelduni
 

 

Tekningarnar eru litríkar og vekja áhuga fyri søguni. Bókin hevur eitt lætt mál, sum letur bíbliusøgurnar í gerandisumstøður, sum barnið kennir. Samstundis knýtir hon allar hesar smáu søgurnar saman við ta stóru søguna: Søguna um, hvussu Gud elskar síni børn og kemur at bjarga teimum.“

– Synnøve av Rana, praktiskur leiðari í Lívdini

 
Arni Zachariassen týddi bókina til føroyskt. Bókin er 352 bls. og innbundin. Hon fæst til keyps her á nethandlinum og í bókahandlunum kring landið.
 


06/06/2023

Orð úr Orðinum

„Orð úr Orðinum“ er bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hil…

18/04/2023

Nýggj barnabók full av litum og lívi

Tóra við Keldu, ummæli: Ein heilt ótrúliga framúr góð bók, sum sigur okkum sonnu søguna um avbera frálíku veitsluna, sum fer at v…

05/04/2023

„Sannar søgur“ – tvær nýggjar barnabøkur í røðini komnar út

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini, „Sannar søgur“.  Bókin, „Stormurin, sum s…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI