William Gibson Sloan – ein valdi at fara – veking í Føroyum
Bókin lýsir persónin William Gibson Sloan og sermerktar partar av ævisøgu hansara. Hon er sett saman av einum úrvali av týðandi søgubrotum úr slóðbrótandi lívi og virksemi Sloans, sum kann geva mongum íblástur í dagliga lívinum. Men henda sjáldsama lívssøga kunnar eisini allar føroyingar um ein sermerktan persón, sum setti djúp spor í føroyska samfelagnum og føroyskari trúarsøgu.
Gamli Sloan, sum hann varð nevndur, var lýðin missiónsboðum Kristusar. Hann kom úr Skotlandi til Føroya í 1865 við gleðiboðskapi, sum broytti og menti eina heila tjóð.
Ein, sum ferðaðist saman við Sloan eitt skifti í 1899, greiðir soleiðis frá:
Sloan dugdi væl við fólki, og sum oftast tóku tey væl ímóti honum. Eftir møtið stukku vit inn á gólvið hjá fólki, hann heilsaði teimum, eisini børnunum, spurdi konuna, hvørjum skipi maðurin var við, og hvussu gekst við fiskiskapinum. Hann troystaði eina mammu, ið hevði mist eitt barn, og eggjaði einum gomlum manni at søkja Harran. Hann uggaði eina blinda konu við vónini um himmalin og legði børnunum eina við at vera góð hvørt við annað.
Heri Jacobsen, lærari í týskum og søgu, hevur týtt bókina til føroyskt fyri forlagið Leirkerið. Týskarin Klaus Güntzschel skrivaði upprunahandritið. Hann var hugtikin av lívssøgu Sloans og avgjørdi, at týskarar eisini skuldi fáa høvi at kunna seg um hesa hugvekjandi trúarhetju. Klaus kom við fotografinum Lucian til Føroya at taka myndir, sum kundu gera søguna um Sloan meir livandi. Bókin hevur tí hópin av gomlum og nýggjum myndum, sum lýsa føroyska samfelagið á døgum Sloans og í dag.
Greitt verður frá, hvør maðurin var, sum 24 ára gamal í 1863 millum annað bað hesar bønir:
Harri hjálp mær
- at arbeiða hvønn dag miðvíst og skipað í øllum mínum verki.
- at fara tíðliga upp.
- at vera tolin og áhaldin í truplum umstøðum og í mistøkum.
- at alt tað, eg hugsi, sigi og geri, má vera við næstrakærleika.
Áh Harri! hjálp mær í Jesu navni at fremja hetta, Amen.
Bókin er 120 síður, kostar kr. 195, og er at fáa í øllum bókhandlum kring landið. Hon kann eisini keypast á heimasíðuni hjá Leirkerinum www.leirkerid.fo
Forlagið Leirkerið
Áron - nýggj skaldsøga
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…
10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…
Nýggj bók – Saman um samkomuna
„Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli…