Útgávutiltak: Eitt blað úr livsins bók
Mikudagin 5. okt kl. 16 hevur forlagið Leirkerið útgávutiltak í samband við yrkingasavnið hjá Jóhan Eli Polsen í nýggju ungdómshølinum hjá Bláa krossi Føroya, Hollywood, Niels Finsensgøta 20.
Jóhan Eli sigur sjálvur: „Viðgerðin á Blákross saman við AA fundum og góðum stuðli frá familju og vinum hevur givið mær lívið og lívsgleðina aftur. Tað er mítt ynski og mín vón at tey, ið lesa hettar savnið skulu fáa gleði, styrki og vón av teimum yrkingum, ið eru falnar mær á hjarta.“
Skrá
- Jóhan Eli bjóðar vælkomin
- Petur Jákup Petersen (Dakko) aðalskrivarin hjá Bláa krossi sigur nøkur orð.
- Jóhan Eli lesur eina yrking úr savninum
- Leirkerið sigur nøkur orð um samstarvi
- Jóhan Eli lesur tvær yrkingar úr savninum
Kaffi og okkurt aftur við verður at fáa.
Savnið verður til sølu og møguleiki at fáa bókina signeraða.
Um savnið
Yrkingar, sum nema við øll lívsins viðurskifti í gerandisdegnum hjá einum vanligum føroyingi. Gjøgnum eyguni á einum manni, sum er uppvaksin í Sandvík, brúkt nógva tíð umborð á skipi, og hevur stríðst við alkohol, gevur Jóhan Eli okkum yrkingar, ið bjóða lesaranum inn í skaldsliga hugaheim sín. Við penninum í hond lýsir Jóhan Eli oyggjar okkara, lívi á teimum, forhold millum fólk, politikk, mentan, náttúru og ikki minst trúgv. Yrkingarnar eru einfaldar, men lýsa praktiska lívið, meiningar og innara menniskjað hjá Jóhan Eli rættuliga væl.
Um yrkjaran
Jóhan Eli er 32 ára gamal, føddur og uppvaksin í Sandvík sum yngstur av 4 brøðrum. Hann er útbúgvin skipsførari og siglir í dag. Í einum tíðarbili á 15 mánaðir var hann eisini í Løgtinginum sum tingmaður fyri Fólkaflokkin. Jóhan Eli er alkoholikari og sigur sjálvur at hann byrjaði at liva eftir at hann bleiv edrúur eftir viðgerð á Blákross sum 28 ára gamal. Sjálvur ynskir hann at helvtin av ágóðanum av søluni fer til Blákrossheimið og hin helvtin fer til annað vælgerandi endamál.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…
Nýggj bók – Saman um samkomuna
„Saman um samkomuna“ er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli…
„Stóra jólalyftið“ – nýtt barnatilfar frá Leirkerinum
Saman við Mariu og Jósefi, eini rúgvu av hirðum, nøkrum vísum monnum og nógvum, nógvum einglum, kanst tú hoyra um, hvussu Gud helt…