Nú er onnur bókin í bókarøðini komin
Í 2019 gav Leirkerið út bókina ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti’.
Nú er ‘Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti’ komin.
Høvundur er amerikanski bíbliulærarin og rithøvundurin, Warren Wiersbe.
Sum heitið á bókini sigur, hevur hon stutt brot um hvønn kapittul í Gamla Testamenti. Hetta er fyrri partur – 1. Mósebók til Ester. Bókin hóskar eisini væl sum andaksbók.
Bókin er 491 blaðsíður.
Páll á Lakjuni týddi til føroyskt.
Bókin er komin í handlarnar og kostar 250 krónur og kann eisini fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo.

Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur
Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

Áron - nýggj skaldsøga
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…