Ókeypis tilfar
Vit hava lagt eina nýggju síðu inn á heimasíðuna við nakað av ókeypis tilfari. Í fyrstu atløgu er talan um eitt úrvæl av litsíðum og myndum úr bókarøðini, Sannar søgur, sum Forlagið Leirkerið gevur út í fjørð.
Arni Zachariassen skrivar:
„Ein garður, eitt forhang og ein krossur“ eru fyrstu bøkurnar í røðini, Sannar søgur. Og tær eru tær fyrstu av mongum. Sonnu søgurnar eru ætlaðar til børn millum 3 og 6 ár, og siga tær spennandi bíbliusøgur við hugtakandi myndum. Endamálið og mín vón er, at føroysk børn við at lesa og hoyra hesar søgurnar, kunnu koma at kenna Jesus!
Teksturin er ikki við á myndinum, men vit vóna at hetta er ein hjálp til sunnudagskúlar og barnaarbeiðið kring landið.
Bøkurnar eru til keyps á nethandlinum.

Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur
Nú er síðsta bókin í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni komin út. Fyrsta bókin, „Viðmerkingar til hvønn kapittu…

Áron - nýggj skaldsøga
Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bókina „Áron”. Hetta er tann fyrsta av fimm skaldsøgum um bíbilskar trúarhetjur, sum tæntu…

10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna – til tannáringar
Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna. Bókin spyr…