„Sannar søgur“ – tvær nýggjar barnabøkur í røðini komnar út

05/04/2023

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini, „Sannar søgur“. 

Bókin, „Stormurin, sum steðgaði“, er um vælkendu bíbliusøguna, tá Jesus stillar stormin. Hendan bókin greiðir børnum frá, hvør Jesus í veruleikanum var.

„Heilt ótrúliga framúr frálíka veitslan í allar ævir“ er ein hugtakandi bók um himmalin, Harran og heimsins bestu innbjóðing. Tað er Joni Eareckson Tada, sum hevur skrivað hesa bókina. Joni Eareckson Tada gjørdist lamin í eini vanlukku, tá ið hon var 17 ára gomul og hevur hon við felagsskapi sínum, Joni and Friends, umframt at boða gleðiboðskapin, í nógv ár og kring allan heim hjálpt teimum, sum bera brek, og teirra avvarðandi.

Bøkurnar í røðini, „Sannar søgur“ (á enskum, „Tales That Tell The Truth“), siga á einfaldan hátt frá bíbliusøgum og søgum, sum onkursvegna taka samanum bíbilsk temu. Bøkurnar eru prýddar við vøkrum, hugtakandi og fangandi myndum. Bøkurnar eru ætlaðar børnum í forskúlaaldri og uppeftir.

Hetta er annað árið, Leirkerið gevur hesar barnabøkur út. Umframt nýggju bøkurnar eru tvær aðrar bøkur higartil komnar í bókarøðini: „Undrið klokkan eitt“ og „Ein garður, eitt forhang og ein krossur“. Ein máli- og ítrivsbók tilhoyrandi hesa seinnu bókina er eisini komin. Ætlanin hjá Forlagnum Leirkerinum er, at tvær bøkur í „Sannar søgur“ røðini fara at koma út árini framyvir.

Arni Zachariassen týddi bøkurnar til føroyskt. Bøkurnar fáast til til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo og í bókahandlunum kring landið.

 

TILBOÐ Í APRÍL

______________________________________________________________________________________________


Sannar Søgur bókapakki – 400 kr

Í bókapakkanum eru: 

 

 

 

 

 

 

______________________________________________________________________________________________

Søgubíblian um Jesus – 200 kr


18/04/2023

Nýggj barnabók full av litum og lívi

Tóra við Keldu, ummæli: Ein heilt ótrúliga framúr góð bók, sum sigur okkum sonnu søguna um avbera frálíku veitsluna, sum fer at v…

05/04/2023

„Sannar søgur“ – tvær nýggjar barnabøkur í røðini komnar út

Forlagið Leirkerið gevur í hesum døgum tvær nýggjar barnabøkur út í virðisløntu røðini, „Sannar søgur“.  Bókin, „Stormurin, sum s…

13/01/2023

Ókeypis tilfar

Vit hava lagt eina nýggju síðu inn á heimasíðuna við nakað av ókeypis tilfari. Í fyrstu atløgu er talan um eitt úrvæl av litsíðum…

VÍS FLEIRI TÍÐINDI