Styrki í stríðnum
Jógvan Júst Rasmussen
DKK 150,00
Til styrki í stríðnum
Sannleikar í Zakariasar bók, lýsa verkið,
Harrin hevur givið okkum at fullføra.
Sannleikar í Fyrra Pætursbrævi, lýsa vónina,
Harrin hevur givið okkum at fegnast í.
Sannleikar um nøvn Guds, lýsa verjuna,
Harrin hevur givið okkum at flýggja til.
Sannleikar um Esaias 40, lýsa vegin,
Harrin hevur givið okkum at fylgja.
Jógvan Júst Rasmussen er ættaður úr Klaksvík. Hann búði í USA frá 1976 til 1985. Kona hansara, Cathy, er úr USA. Í 1986 fluttu tey til Filipsoyggjarnar, har tey búðu í 30 ár, inntil tey í 2016 fluttu til Italia. Jógvan Júst hevur týtt Skriftirnar til eitt av muslimsku málunum á Filipsoyggjunum. Hann arbeiðir nú sum týðingarráðgevi. Cathy og Jógvan Júst eiga trý børn og seks ommu- og abbabørn.
Brot úr innleiðingini
Síðan á vári í 1989 hava vit í takkarbrøvunum, vit senda til teirra, sum hjálpa okkum í arbeiðinum, ein bredda, har vit í stuttum fara ígjøgnum onkra bók ella okkurt evni í Skriftini. Vit fóru fyrst ígjøgnum Fyrra Pætursbræv, síðan nøvn Guds, síðan Zakariasar bók og so Esaias 40.
Síðstu árini eri eg farin at hugsa, at møguliga skuldi hetta verið savnað saman í bók. Sjálvt um bøkurnar ella evnini ikki eru beinleiðis tongd hvørt at øðrum, so eru tey tað kortini. Vit kunnu siga, at tey eru ein liður í at hjálpa okkum í tí arbeiði, Harrin hevur sett okkum at gera. Zakarias, um vit kunnu taka hann fyrst, lýsir fyri okkum verkið, Harrin hevur givið okkum at fullføra; Fyrra Pætursbræv vónina, Harrin hevur givið okkum at fegnast í; Nøvn Guds verjuna, Harrin hevur givið okkum at flýggja til og Esaias 40 vegin, Hann hevur givið okkum at fylgja. Í stríðnum, sum lívið ofta er, er tryggjandi aftur og aftur at leita til Skriftirnar og har at vera mintur á verkið, vónina, verjuna og vegin.