Fjald Jól
Timothy Keller
DKK 150,00
Hví eru jólini fyri mong so stressandi og avbjóðandi? Er tað tí, at ov nógv verður væntað av okkum, sum vit ikki megna? Hví kennist tað strævið at stýra ígjøgnum meldurin av tiltøkum, innkeypslistum og jólagávum? Og hví er tað samstundis so torført at hugsavna seg um boðskapin „friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!“?
Í bókini fer Timothy Keller aftur um hugtøkini og pakkar jólaboðskapin so væl upp fyri okkum, at vit betur skilja, hvat jólini veruliga snúgva seg um. Bókin er meir enn ein jólabók. Hon avdúkar loyndarmálið um, hví hin stóri Gud trínur inn í søguna, verður okkum líkur og letur seg føða sum barn í krubbu og doyr sum brotsmaður á krossi. Hon viðger grundleggjandi sannleikar í kristnu trúnni, ið altíð eru aktuellir og veruliga hava týdning, eisini tá ið jólini eru farin afturum, og grái gerandisdagurin byrjar aftur.
Sitat úr bókini:
„Søgan um Jesus Kristus er ikki bara ein fitt søga, ið peikar á djúpar veruleikar, sum nógvar aðrar søgur. Jesus er djúpi veruleikin, ið allar søgurnar vísa á. Jesus Kristus er komin úr æviga, yvirnatúrliga heiminum, ið vit hava varhugan av er har, og sum hjarta okkara veit er har, hóast vitið mótmælir. Á jólum sprongdi hann hol ímillum tað fullkomna og tað veruliga, ímillum tað æviga og tað avmarkaða, og kom inn í okkara heim.“