Hin heilagi bardagin
John Bunyan
DKK 200,00
Stóri bretski rithøvundurin og søguskrivarin Macauley lordur segði, at var „Pílagrímsferðin“ eftir John Bunyan ikki skrivað, so hevði „Hin heilagi bardagin“ verið mætasta myndasøga, ið skrivað er.
Báðar bøkurnar eru myndasøgur, ið avmynda andaligar sannleikar, men munur er kortini millum báðar tvær. „Pílagrímsferðin“ samanber andaliga lív okkara við eina ferð frá Undirgangstaði til hin heilaga Staðin, men „Hin heilagi bardagin“ líknar tað saman við ein harðan bardaga millum Alvalda kong og Gamla Orm um staðin Mannasál við víggirda múri og teim fimm sansaportrum hansara.
„Pílagrímsferðin“ byrjar við útvortis umstøðum, ið føra til innvortis sannroyndir sálarinnar, meðan „Hin heilagi bardagin“ byrjar við innvortis orsøkum, ið mynda útvortis virkanina, ið kemur til sjóndar í dagliga lívinum, alt eftir, sum náði Guds fær loyvi ella ikki loyvi at ráða í mannasálini.
„Hin heilagi bardagin“ verður av mongum hildin at vera hin andaligara bókin, og tí hevur hon ikki verið so virðismett og kend av almenninginum sum „Pílagrímsferðin“. Bókin varð skrivað móti endanum á lívsskeiði Bunyans og er tí eyðkend av hugsanum hansara sum ein andaliga búgvin trúgvandi í sambandi við djúpu sannleikarnar í skriftini.
Bókin er serliga gagnlig hjá trúgvandi fólki at lesa, men er lærurík og hugvekjandi fyri øll.