Gud er trúgvur
John Ross Macduff
DKK 55,00
Páll á Lakjuni skrivar:
Henda bók var tann fyrsta, sum Victor Danielsen kom við á føroyskum. Tað munnu vera tey fæstu, sum í dag vita av hesi bók, tí hon hevur ikki verið at fingið nú í mogn ár. Sjálvur hevði eg hvørki sæð ella hoyrt um hana fyrr enn nú, ætlanin var at geva han út aftur, og heitt varð á meg at lesa hana ígjøgnum og broyta málbúnan, av tí at rættiliga stórar broytingar eru farnar fram í máli okkara síðan 1923.
Bókin er skipað sum andaktsbók, soleiðis at eitt lítið stykki er fyri hvønn dag í mánaðinum. Øll 31 stykkini minna okkum á Gud, sum trúfastur heldur øll tey undurfullu lyfti, Hann hevur lovað, og sum ikki svíkur tann, ið setur álit sítt á Hann.
Hóast mong ár eru liðin, síðani bókin varð skrivað, er hon ikki minni týðandi fyri okkum, sum liva í dag. Tí verður hon givin út aftur nú við tí sannføring, at „Gud er trúgvur“ í dag, eins og Hann var í 1923. Mátti henda bók veriðið til signing fyri hvønn, sum lesur hana.