Søgubíblian um Jesus
Hvør einasta søga teskar hansara navn

Søgubíblian um Jesus

Hvør einasta søga teskar hansara navn

Týðari: Arni Zachariassen
Útgávuár: 2021
Síður: 352
Vørubólkur: Barnabøkur, Bíbliur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN: 978-99918-45-68-5
DKK 300,00
Nøgd:

Guds stóra frelsusøga

„Søgubíblian um Jesus“ sigur Søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa Søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.

„Søgubíblian um Jesus“ er søgd og myndprýdd so vakurt, so børn sjálv kunnu uppdaga, at Jesus er í miðdeplinum í Guds stóru frelsusøgu – í miðdeplinum í teirra egnu søgu eisini.

Søgubíblian um Jesus er ein avbera góð barnabíblia, sum tekur teg gjøgnum nógvar týdningarmiklar søgur úr Bíbliuni, og vísir á, hvussu øll Bíblian peikar á Jesus. Hettar er alt væl gjørt við litríkum og góðum tekningum, og einum barnavinarligum og til tíðir skemtiligum oðravali. Tað er fleiri ferðir, at bókin lýsir eitt annarleiðis sjónarhorn enn man er vanur við, ella lýsir bíbilsøgurnar við orðum, sum ein kanska ikki hevði væntað. Tað ger hesa barnabíbliuna nýhugsandi og áhugaverda.

– Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini

Henda barnabíblian hugtók meg og fangaði meg, tá eg las hana. Á einum gerandismáli, sum børn og vaksin skilja, er søguliga gongdin í Gamla Testamenti samanhangandi og greiðir frá týðandi myndum, sum peika á Jesu komu í Nýggja Testamenti. Guds kærleiksfulla bjargingarætlan við menniskjanum er sum ein reyður tráður allan vegin ígjøgnum.

Eitt framúrskarandi amboð, sum tørvur er á til sjálvlestur hjá børnum og foreldrum, ommum og abbum, stovnum, skúlum og øðrum.

– Jastrid Høj, lærari og varaleiðari í Frískúlanum Kelduni

Tekningarnar eru litríkar og vekja áhuga fyri søguni. Bókin hevur eitt lætt mál, sum letur bíbliusøgurnar í gerandisumstøður, sum barnið kennir. Samstundis knýtir hon allar hesar smáu søgurnar saman við ta stóru søguna: Søguna um, hvussu Gud elskar síni børn og kemur at bjarga teimum.

– Synnøve av Rana, praktiskur leiðari í Lívdini

Sally lloyd-Jones er víðagitin fyri sínar barnabøkur. Hon hevur skrivað tríggjar metseljandi barnabíbliur, m.a. Baby‘s First Bible, sum hon vann Gold Medallion virðislønina fyri. Hon hevur eisini skrivað nógvar myndabøkur til børn, eitt nú Handbag Friends og Time To Say Goodnight. Hon varð fødd í Onglandi, men býr í New York.

Jago er ein háttvirdur myndprýðari, sum eisini hevur vunnið fleiri virðislønir, eitt nú Macmillan „Highly Commended“ virðislønina fyri barnamyndprýðingar í 2003, AOI silvurvirðislønina í 2004, og National Literacy Association Wow! virðislønina. Jago býr í Cornwall í Onglandi saman við konuni og dóttrini.

Aðrar bøkur Barnabøkur

Aðrar bøkur Bíbliur