Stjørnuljósið
Patricia M. St. John

Stjørnuljósið

Patricia M. St. John

Týðari: Oddur Lamhauge
Útgávuár: 1989
Síður: 192
Bók: Heft
Vørubólkur: Barnabøkur, Skaldsøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 80,00
Nøgd:

Blind børn kunnu fáa fatur á nógvum peningi við at bidda. Men tá ið Si Mohamed roynir at selja blindu fosturdóttrina Kinzu, verður tað ov mikið fyri bróður hennara Hamid.

Saman flýggja tey til ein størri bý í vón um at finna eitt nýtt heim til hennara, men hetta er bert byrjanin til hesa spennandi søgu.

Tað var ikki so lætt hjá Hamidi at flýggja við blindu systur síni. Tá ið hann var troyttur og vildi sova, vildi hon als ikki.

Eitt kvøldið, tá sólin fór niður, vaknaði Hamid. Hann hugdi upp og dugdi ikki at minnast, hvar hann var. Alt í einum sprakk hann upp: „Hvar er Kinza?“

Kinza, sum hevði sovið væl á rygginum hjá Hamidi, meðan tey høvdu ferðast, hevði als ongan hug at leggja seg at sova aftur, so hon var farin sær ein lítlan gongutúr.

Hamid sá teir niðurtraðkaðu summardáirnar, sum søgdu frá, hvønn veg hon var farin. Hann royndi varisliga at finna sær veg út úr akrinum.

Hvar mundi hon vera?

Hvat mundi vera hent henni?

Fór hann nakrantíð at síggja elskaðu systur sína aftur?

Høvundin, Patricia M. St. John, hevur virkað sum trúboðarakvinna í Marokko í mong ár. Hon er serliga vorðin kend fyri sínar væl skrivaðu barnabøkur, sum eisini eru týddar til mong mál.

Søgan í hesi bókini fer eisini fram í Marokko og er bygd á veruligar hendingar, henni hava verið fyri har.

Aðrar bøkur Barnabøkur

Aðrar bøkur Skaldsøgur