Ein Pínslarváttur
Emely Sarah Holt

Ein Pínslarváttur

Emely Sarah Holt

Týðari: Kai Vágfjall
Útgávuár: 1978
Síður: 143
Vørubólkur: Forlagið Røddin, Skaldsøgur
Vøruslag: Pappírsbók
ISBN:
DKK 100,00
Nøgd:
Vøran er løgd í kurvina ×

Ein Pínslaváttur viðger eitt søguligt brot av forfylgingum hinna sonevndu lollarda í Onglandi.

John Wycliffe, sum av røttum ber heitið morgunstjørna trúbótarinnar, sendi seinast í 14. øld nakrar prædikumenn út, sum íbirtu eina evangeliska rørslu, og vóri hesi viðhaldsfólk kalla lollardar. Wycliffe vendi sær í skrift og talu móti valdi og holdbrundu framferð katólsku kirkjunnar og fekk hevnd at kenna bæði frá prestunum og pávanum. Teir hættu sær tó ikki at legggja hond á hann sjálvan, men eftir deyða hansara kom vend í. Umleið 40 ár eftir at hann var deyður, beyð pávin, at bein hansara skuldu vera uppafturgrivin og alment bend á báli. Øskan varð kastað í hina lítlu ánna Swift. Hetta varð ein ræðulig tíð fyri viðhaldsfólk Wycliffes. Tey vórðu brennimerkt, forfylgd og jagstrað við banni og hóttanum víða hvar. Ein og hvør, sum ikki dýrkaði halgimenni, og sum hevði samband við fólk, ið misrøktu messuna og lósu Bíbliuna á móðurmálinum ella talaðu ilt um kirkjuna og prestarnar, var miskunnarleyst atsøktur. Eftir fáum árum var hópur av lollardum brendur á báli. Hóast hesa harðrendu forfylging vóru lollardarnir tó ikki køvdir. Í næstu øld brandaðu lollardabálini í Onglandi. Við hesum bálum varð eitt nýtt ljós kveikt burturi í Bøhmen, har Johan Huss steig fram, og seinni kom Luther og trúbótin við honum. Hørðu leinkjur katólsku kirkjunnar tóku at loysna, og samkoma Guds byrjaði av nýggjum aftur at vaksa.

Blóð pínslarvátta var besta sáðið.

Bókin er um Margery Marnell, sum varð brend á báli.

Aðrar bøkur Forlagið Røddin

Aðrar bøkur Skaldsøgur