Blóðvitni úr Katakomunum
Páll Poulsen týddi
DKK 40,00
Henda søga, „ Blóðvitni úr Katakombunum“, skrivað av ónevndum høvunda, kom út fyri mongum árum síðani. Ein amerikanskur skipari, Richard Robert, bjargaði einum eintaki, tá hann noyddist at fara av skipi sínum í ódnarstormi í januar 1876. Sonur hansara eigur nú tað bókina, og stóð seinni fyri gjølla skrivaðum endurprenti av hesi bók, sum ber sama heiti.
Tá eg um várið 1971var í Hollandi og vitjaði kristniboðsskipið „Logos“ (fyrr „Umanak“ hjá KGH), meðan tað enn var á skipasmiðju til umbyggingar,kom eg í einum óruddiligum kamari fram á eitt eintak av bókini. Eg gjørdist so hugtikin av at lesa hana, at eg tók hana heim við mær. Eftir tí bókini er føroyska umsetingin gjørd. Hon stóð fyrstsum framhaldssøga í tíðarritinum „Røddini“, og verður nú send út sum bók í teirri vón, at fyridømi teirra kristnu, ið vórðu forfylgd ár 249 til 251e.Kr., undir Deciusi keisara, skal eggja okkum til størri trúfesti ímóti Harranum.